Lokka Táttur

Týr
Risin og bóndin leikaðu leik
Risin vann og bóndin veik
"Eg havi lúkað treytir mí
Nú vil eg hava sonin tí
Eg vil hava sonin frá tær,
Uttan tú goymir hann fyri mær."
"Heitið á Óðan Æsakong,
Tá man goymslan gerðast long.
Hvat skal mær harpan undir míni hond,
Vil ikki frægur fylgja mær á onnur lond.
"Eg vildi, mí Hønir veri til
(Undir míni hond)
Vita, hvussu goymslan ganga vil."
(Á onnur lond)
"Hoyr tú Hønir, eg talið til tí
(Undir míni hond)
Tú skalt goyma sonin mí!"
(Á onnur lond)
Fyri eysan flugu svanir tveir
(Undir míni hond)
Niður hjá Hønir settust teir.
(Á onnur lond)
Hønir biður ú vera svein
(Undir míni hond)
Mitt í knokki fjøður ein
(Á onnur lond)
Hvat skal mær harpan undir míni hond,
Vil ikki frægur fylgja mær á onnur lond.
Áður enn teir høvdu hálvtalað orð
(Undir míni hond)
Tá var Lokki inn fyri borð
(Á onnur lond)
Hvat skal mær harpan undir míni hond,
Vil ikki frægur fylgja mær á onnur lond.
"Tú veitst einki av mínari neyð,
(Undir míni hond)
Skrímslið ætlar mí sonar deyð
(Á onnur lond)
Hvat skal mær harpan undir míni hond,
Vil ikki frægur fylgja mær á onnur lond.
Lokki rør á ytsta klakk
(Undir míni hond)
So er í fornum frøði sagt
(Á onnur lond)
Hvat skal mær harpan undir míni hond,
Vil ikki frægur fylgja mær á onnur lond.
"Her er ungi alvi tí
(Undir míni hond)
Nú er uppi goymslan mí"
(Á onnur lond)
Hvat skal mær harpan undir míni hond,
Vil ikki frægur fylgja mær á onnur lond.